Epstein-skjøl: Børge Brende gevst sum stjóri í World Economic Forum

Epstein-skjøl: Børge Brende gevst sum stjóri í World Economic Forum
- Sjálvandi átti eg at havt kannað fortíðina hjá Epstein, men tað gjørdi eg ikki, sigur Børge Brende.
Børge Brende er farin frá sum stjóri í World Economic Forum.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.02.2026 - 14:35

Almannakunngjørdu Epstein-skjølini eru nú orsøkin til, at enn ein stjóri leggur frá sær.

Tí í dag hevur stjórin í World Economic Forum, Børge Brende, sum var norskur uttanríkisráðharri fyri Høgraflokkin frá 2013 til 2017, kunngjørt, at hann fer úr starvinum sum forseti og forstjóri. 

Orsøkin er, at tað í seinastu leysgevingini av Epstein-skjølunum kom fram, at Børge Brende í 2018 og 2019 hevur havt samband við Jeffrey Epstein. Teir hava hitst tríggjar ferðir, og hava annars samskift við telefonboðum í tíðarskeiðnum.

Tá tað varð avdúkað, at Børge Brende stóð nevndur í skjølunum, gjørdi World Economic Forum av at seta eina kanning í verk, men sambært WEF kom einki nýtt fram í tí kanningini.

 

Átti at kannað fortíðina

Hóast Børge Brende bedýrar, at hann als ikki kendi kriminellu forsøguna hjá Jeffrey Epstein, so hevur hann sagt alment, at hevði hann vitað, hvussu støðan var, so hevði tað ikki komið upp á tal at havt samband við Epstein.

- Sjálvandi átti eg at havt kannað fortíðina hjá Epstein, men tað gjørdi eg ikki. Og tá eg nú havi fingið at vita, hvat hann hevur gjørt, so havi eg bara andstygd fyri tí, sum hann hevur gjørt. Og eg havi djúpa samkenslu við ofrunum.

Fyri jól spurdi Aftenposten Børge Brende, um hann hevði havt samband við Epstein, og tá avsannaði hann. Tað harmar hann í dag, hevur Brende sagt við Dagens Næringsliv.

- Eg kendi meg illa við at vera settur í samband við Epstein, og eg var bangin fyri, at sambandið skuldi verða gjørt til nakað annað, enn tað í veruleikanum var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194