Grønland fær tvey nýggj fólkatingsumboð

Grønland fær tvey nýggj fólkatingsumboð
Hvørki Aaja Chemnitz ella Aki-Matilda Høegh-Dam stilla upp til fólkatingsvalið hesa ferð
Aki-Matilda Høegh-Dam stillar ikki upp til fólkatingsvalið.
 
27.02.2026 - 11:21

Grønland fær tvey nýggj umboð á Christiansborg eftir fólkatingsvalið 24. mars

Tað er greitt, nú Aki-Matilda Høegh-Dam heldur ikki stillar upp til fólkatingsvalið hesa ferð.

Í gjár boðaði hin grønlendska fólkatingskvinnan, Aaja Chemnitz, frá, at hon stillar ikki uppaftur. Hon hevur sitið á fólkatingi í 10 ár.

 


Aaja Chemnitz. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Aki-Matilda Høegh-Dam stillaði upp fyri Siumut til fólkatingsvalið í 2022. Tá fekk hon 33 prosent av øllum atkvøðunum.

Seinni fór fór Aki-Matilda Høegh-Dam upp í flokkin Naleraq. Og hon var vald í landstingið fyri Naleraq fyri einum ári síðani. 

Aaja Chemnitz hevur umboðað flokkin IA í fólkatinginum, og hon situr ikki í landstinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527