Øll skulu duga fyrstuhjálp - eisini ítróttafólk

Øll skulu duga fyrstuhjálp - eisini ítróttafólk
Fyrstahjálp og ítróttur var í miðdeplinum, tá Reyði Krossur skipaði fyri fyrstuhjálpardegi um vikuskiftið
16.09.2024 - 16:13

Øll eiga at duga fyrstuhjálp - tað sigur Reyði Krossur - eisini ítróttafólk.

 - Í ár er evni fyrsta hjálp og ítróttur. Tað er viktugt, at øll eru virkin, og meir virkin vit eru, meir skaðar kunnu henda. Hvussu kunnu vit so vera fyrireikað upp á tað og lofta tí á staðnum, segði Jákup av Skarði, samskipari til fyrstuhjálparskeið hjá Reyða Krossi.

Fyrsta hjálp í ítrótti var í miðdeplinum á fyrstuhjálpardegnum um vikuskiftið, men Reyði Krossur bjóðar frálæru til øll ítróttafeløg árið runt.

 - Tað kann vera tann kroppsliga fyrstahjálpin - hvat skalt tú gera, um tú hevur keikt fótin, brotið beinið ella fingið heilasjálvta. Tað kann eisini vera tann sálarliga fyrstahjálpin. Hvussu skulu vit fara um ein persón, sum hevur fingið skaða, men eisini; hvussu skulu vit fara um okkum sjálvi, bæði áðrenn og aftaná, segði Jákup av Skarði.

Grundskeiðið hjá Reyða krossi tekur bert fýra tímar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659