Marianna Eystberg: Fyrstu ferð til endaspæl

Marianna Eystberg: Fyrstu ferð til endaspæl
Marianna G. Eystberg hevur ikki spælt við fullari ferð síðstu árini, og var ikki við til EM-endaspælið í fjør, men hesa ferð hevur hon fingið kjansin, og hon gleðir seg
25.11.2025 - 10:42

Marianna Geirsdóttir Eystberg var í nógv ár fastur partur av føroyska hondbóltslandsliðnum, men vegna barnsburð og skaðar spældi hon ikki við fullari ferð í eina tíð. Tí spældi hon heldur ikki fyri Føroyar í trý ár.

Nú er fyrrverandi kyndilsbakkurin, sum í løtuni umboðar BK Ydun í næstbestu donsku deildini, við aftur, og hon fær tískil sítt fyrsta endaspæl.

 - Tað er ordiliga deiligt at vera aftur. Her eru fleiri av teimum somu gentunum, sum vóru tá, og tað er altíð stuttligt at vera á landsliðnum, so tað eri eg ordiliga glað fyri, sigur Marianna Geirsdóttir Eystberg.

Nakrar í føroyska hópinum eru við til eitt endaspæl fyri fyrstu ferð, men mentala arbeiðið hevur stóran týdning fyri allan hópin, og í tí hópinum hevur Jens á Skipagøtu stóran leiklut.

 - Hann minnir okkum á, at vit skulu hugsa um okkara leiklut, hugsa um støður í dystinum, og so hava vit altíð okkara virðir við, greiðir Marianna Geirsdóttir Eystberg frá.

 - Tað er millum annað ábyrgd, samstarv og hugburður. Tað fokusera vit nógv upp á at hava við, sigur bakkurin, sum síðstu árini hevur fylgt landsliðnum av síðulinjuni.

 - Tað er hent nógv upp á hesi trý árini, eg havi verið vekk. Seinasta landsdyst eg spældi var ein HM-kvalifikatiónsdystur, so vit hava ikki verið í nærheitini av endaspølum, sigur Marianna Geirsdóttir Eystberg.

Hon og hinar á landsliðnum skulu í eldin í annaðkvøld klokkan 19.30. Kringvarpið byrjar at senda frá dystinum klokkan 18.50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155