Venjarin: Vit spældu ein flottan dyst

Venjarin: Vit spældu ein flottan dyst
Føroyar misnýttu ov nógvar stórar kjansir aftur hesa ferð, men spældu seg samstundis til nógvar møguleikar í einum góðum dysti sum heild, helt venjarin Claus Mogensen
26.11.2025 - 21:54

Tað var gamla søgan um ov nógvar brendar kjansir í tapinum fyri Montenegro í fyrsta HM-dystinum í Trier.

Tað ásannaði venjarin Claus Mogensen. Hann hevði kortini savnað kvinnurnar á vøllinum beint eftir dystin og sagt teimum, at tær høvdu spælt ein góðan dyst.

 - Vit eru ikki nóg effektiv upp á okkara kjansir, og tað er ein avbjóðing, sum vit eru greið yvir, at vit hava, men eg eri sera væl nøgdur við mátan, sum vit spæla dystin upp á, segði venjarin.

Føroyar komu væl frá byrjan og fóru nøkur mál framum tíðliga. Skjótt gekk kortini hinvegin, og Montenegro vann sær eina leiðslu, sum tær ikki mistu aftur. Viðhvørt hótti stórtapið, men málverjin Annika Fríðheim Petersen stóð væl, og verjan strammaði seg upp, og viðhvørt nærkaðust føroyingarnir aftur.

Tað gjørdist kortini ikki veruliga spennandi, tí Armelle Kelly Attingre ferð eftir ferð stórbjargaði mongu føroysku skotroyndunum frá opnum kjansum.

 - Vit vita, at tá tú spælir endaspæl, kann hvørt mál hava týdning, og tí er tað ikki so torført at varðveita fokus og royna eftir hvørjum máli, og tað haldi eg, at spælararnir hava rós uppiborið fyri, segði Claus Mogensen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974