Tatjana var tung at valsa við

Tatjana var tung at valsa við
Lív B. Zachariassen ásannaði, at montenegriska strikan Tatjana Brnovic var tung at dansa við, men helt, at tað eydnaðist nøkulunda at tálma henni í 32-27 tapinum í Trier
26.11.2025 - 22:49

Lív B. Zachariassen hevur fingið stóra uppgávu í føroysku miðverjuni, eftir at Brynja Høj hevur takkað fyri seg á føroyska landsliðnum, og avbjóðingin í tapinum fyri Montenegro var ikki júst lítil.

Hon eitur Tatjana Brnovic, er 1,85m og vigar omanfyri 80 kilo. Føroyski verjuspælarin ásannaði eisini, at hon var tung at dansa við.

 - Tað gekk ikki so væl at byrja við. Vit sluppu ikki at vera harðar við hana ella at skumpa hana so nógv, sum vit høvdu hug til, og so stóðu vit eitt sindur ov langt burtur frá hvørjari aðrari, segði Lív B. Zachariassen.

Tað batnaði so líðandi, og sum dysturin leið, komu nógvir av kjansunum hjá Montenegro av veinginum. Trupulleikin var bara, at tær skoraðu væl har úti frá - so øgiliga nógv betur enn føroyingarnir, sum brendu úr mestsum øllum vinklum.

 - Vit eru allar samdar um, at vit spæla ein góðan hondbóltsdyst, og um tú hugsar um, hvussu nógv vit brenna, so kundu vit saktans skora yvir 30 mál, og tað halda vit ikki, at nógv lið høvdu kunnað, tí tær eru sera sterkar, segði verjuspælarin.

 Fríggjakvøldið bíðar Spania, men Føroyar hava nógv gott at byggja á, helt Lív B. Zachariassen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776