- Tú skalt tosa føroyskt við meg!

- Tú skalt tosa føroyskt við meg!
Sigurjón Einarssin fekk pent boð um at spyrja á føroyskum, tá hann fekk orðið á Pernille Brandenborg eftir søguliga HM-sigurin á Spania í Trier, og byrjaði á donskum
28.11.2025 - 22:33

 -Tú skalt tosa føroyskt við meg!

Tá reportarin hjá Kringvarpinum Sigurjón Einarsson fekk orðið á føroyska liðskiparan Pernille Brandenborg byrjaði hann á donskum. 

Hann varð skjótt steðgaður og fekk pent boð um at spyrja á føroyskum av stórspælandi føroysku strikuni.

 - Hetta er tann villasta kenslan, eg nakrantíð havi havt í kroppinum. Hetta var alt, vit hava droymt um, segði Pernille Brandenborg, tá spurningurin kom umaftur á føroyskum.

Føroyar høvdu júst vunnið 27-25 á Spania og sostatt skrivað ein flottan nýggjan kapittul í føroysku hondbóltssøguni. Støðan í hálvleikinum bendi tó á, at Pernille Brandenborg og hinar vóru á veg ímóti einum nýggjum teprum tapi.

 - Í steðginum tosa vit um, at vit ikki spæla so gott, sum vit vita, at vit duga, og vit fáa trúgv upp á, at vit kunnu koma inn og bøta um tað, greiddi liðskiparin frá.

 - Vit fáa rætta upp á tað, og Rakul (Wardum, blaðm.) tekur nærum alt. Halt kjaft, hon bara stendur væl!

Verður tað ringt at sovna í nátt?

 - Tað veit eg ikki. Kanska fari eg ongantíð at sova betur. Eg kann droyma um hendan dystin alla náttina, flenti ein ovurfegin Pernille Brandenborg, sum skoraði upp á allar sínar sjey málroyndir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423