Vit fara eftir sigrinum móti Paraguai

Vit fara eftir sigrinum móti Paraguai
Føroyar kunnu spæla seg víðari við tveimum, einum og enntá ongum stigi, um aðrar treytir verða uppfyltar, men Mark Lausen-Marcher sigur, at kvinnurnar vilja vinna á Paraguai
29.11.2025 - 15:00

Eftir søguliga sigurin á Spania, eru fleiri longu farin at hyggja at stigatalvuni fyri at vita, hvussu Føroyar kunnu spæla seg víðari á HM-kappingini í Niðurlondum og Týsklandi.

Fleiri roknaði helst við, at triðji dysturin í bólkaspælinum ímóti Paraguai sunnudagin, fór at vera finalan um, hvørt suðuramerikanararnir ella føroyingarnir skulud víðari til miðumfarið í Dortmund.

Tað kann dysturin framvegis gerast, men nú eru nógv fleiri møguleikar, greiðir Mark Lausen-Marcher, sum er ítróttastjóri í Hondbóltssambandinum frá. Sigur ella javnleikur merkja, at Føroyar fara í miðumfarið við tveimum stigum.

Tap kann eisini verða nógv mikið, men um illa vil, kann tað eisini merkja eitt skuffandi farvæl til heimsmeistarakappingina. 

Í innslagnum omanfyri greiðir Mark Lausen-Marcher frá teimum ymsu møguleikunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672