Hondbóltshetjurnar geva yngri spælarum íblástur

Hondbóltshetjurnar geva yngri spælarum íblástur
Føroysku hondbóltshetjurnar, sum hava gjørt vart við seg í Trier, Oslo og í Berlin geva ungum leikarum íblástur
23.01.2026 - 20:19

Hondbóltsrúsurin merkist framvegis her heima, nú fyrst A-landsliðið hjá kvinnunum stóðu seg væl í HM endaspælinum og mennirnir gjørdust akkurát ov stuttir at koma víðari úr Oslo í EM endaspælinum, sum enn er í gongd.

Hugurin var góður í Gundadalshøllini í Havn í kvøld, har U14 og U16-dreingirnir hjá Neistanum vandu til hálvfinalurnar í morgin.

Føroysku hondbóltshetjurnar, sum hava gjørt vart við seg í Trier, Oslo og í Berlin geva ungum leikarum íblástur.

- Vit hava sæð fleiri leikarir sum venja enn meira miðvíst enn áður, sigur Pætur Jakobsen, sum er næstformaður í hondbóltsfelagnum, Neistin.

Og halda teir seg framat, er møguleiki fyri at gerast eins góður leikari, sum Jana, Elias, Hákun, Súna ella onkur av hinum hondbóltshetjunum.

- Tað eru góð útlit fyri, at vit fara at síggja nógv góð úrslit í landsliðshøpi, sigur næstformaðurin hjá Neistanum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595