Avreitt botnfisk fyri 715 milliónir

Avreitt botnfisk fyri 715 milliónir
Føroyingar hava avreitt botnfisk - í høvuðsheitum tosk, hýsu og upsa - fyri 153 milliónir krónur meira higartil í ár enn í fjør
 
23.11.2019 - 14:05

Samlaða avreiðingarvirðið er 715 milliónir krónur - sammett við 562 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni er tað serliga virðið á vaksandi nøgdunum av toski, sum dregur samlaða talið uppeftir.

Føroysk skip og bátar hava avreitt tosk fyri 440 milliónir krónur, fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og tað eru 169 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 62 prosent.

Men nøgdirnar av toski hava eisini verið munandi størri. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár eru avreidd 22.000 tons av toski, og tað eru góð 8400 tons meira enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 61 prosent.

Sama myndin ger seg galdandi fyri fiskiskapin eftir hýsu, hóast nøgdirnar eru munandi minni.

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip og bátar hýsu fyri 90 milliónir krónur, tað eru 33 milliónir meira enn somu tíð í fjør.

Avreidd vórðu stívliga 7000 tons av hýsu, 2900 tons meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Góði toska- og hýsufiskiskapurin gongur út yvir upsafiskiskapin. 

Fyrstu 10 mánaðarnar er upsi avreiddur fyri 99 milliónir, tað eru 32 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør. Í tonsum er avreidda nøgdin minkað við góðum 3.200 tonsum, niður í 16.100 tons.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF