Huawei sleppur ikki at gera 5G-netið í Grønlandi

Huawei sleppur ikki at gera 5G-netið í Grønlandi
Tað verður ikki kinesiski tele-risin, sum fer at gera 5G-net í Grønlandi, sigur føroyski stjórin hjá Tele-Post
Tað verður svenska telefyritøkan Ericsson, ið fer lata útgerð til útbyggingina av fartelefonnetinum í Grønlandi, sigur stjórin í Tele-Post
 
18.12.2019 - 16:23

Hóast ongar ætlanir eru um at byggja 5G-net í Grønlandi, hevur stjórin í Tele-Post, Kristian Reinert Davidsen, longu gjørt av, at Huawei sleppur ikki at lata útgerð til útbyggingina.

Tað verður í staðin svenska telefyritøkan Ericsson, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Útbyggingin av 4G-netinum, sum røkkur alt Grønland, var liðug í november í fjør. Ericsson stóð fyri hesi útbyggingini.

– 5G kemur til Grønlands, men einki er avgjørt, nær tað verður. Og tað verður ikki Huawei, sum fer at lata útgerðina, sigur Kristian Reinert Davidsen, forstjóri í Tele-Post.

Ericsson hevur gjørt nýtt net í Grønlandi

Kristian Reinert Davidsen er fyrrverandi stjóri í Føroya Tele, og var stjóri har, tá samstarvið millum Føroya Tele og Huawei byrjaði.

– Alt fartelefonnetið varð skift í fjør. Skulu vit brúka eina aðra fyritøku at lata útgerðina til 5G, verður neyðugt at skifta alla útgerðina eina ferð aftrat, og tað er ikki sannlíkt, sigur Kristian Reinert Davidsen.

Tele-Post avgjørdi at taka av tilboðnum frá Ericsson um 4G-netið í november 2017. Ein heildarmeting varð avgerandi fyri avgerðina, bæði dygd og prísur, men trygdin var eisini ein partur av metingini.

Kina hevur latið aðra samskiftisútgerð

– Tað er ilt at siga, hvørji kervi eru best. Vit hildu, at Ericsson var tað besta. Men eg dugi ikki at siga, um ein fyritøka er tryggari enn ein onnur, sigur Kristian Reinert Davidsen við KNR.

Men Kina hevur latið aðra samskiftisútgerð til Grønlands. Eitt nú hevur Huawei sett upp støðir til sjókaðalin millum Grønland, Kanada og Ísland. Í Føroyum hevur Huawei latið útgerð til 4G-netið, bæði hjá Føroya Tele og Hey.

Føroya Tele samstarvar við Huawei um at lata útgerðina til 5G-netið, sum ætlanin er at seta upp, men eingin sáttmáli er gjørdur við kinesiska tele-risan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938