Mistøk mugu ikki myrkja fyri Guds kærleika

Mistøk mugu ikki myrkja fyri Guds kærleika
Eisini katólska kirkjan kann gera mistøk, men hesi mistøk mugu ikki myrkja fyri Guds kærleika, segði Frans pávi millum annað í midnáttarmessu sínari
 
25.12.2019 - 10:20

Frans pávi nevndi ongantíð ítøkiliga, hvat hann meinti við, men sambært fleiri miðlum er lítið at ivast í, at hann hevði mongu málini um kynsliga misnýtslu í katólsku kirkjuni í huga.

Tí týsdagin í farnu viku boðaði Frans pávi frá, at katólska kirkjan hevur broytt mannagongdir, tá tað snýr seg um handfaringina av málum um kynsliga misnýtslu.

Annars var Jesu føðing snúningsdepil í prædiku pávans.

- Jólini eru ein áminning um, at Gud framvegis elskar okkum øll, sjálvt tey verstu okkara, segði hann.

Midnáttarmessan vardi hálvannantíma.

Í dag savnast túsundtals fólk á Pætursplássinum í italska høvuðsstaðnum, tá Frans pávi á svalanum uttanfyri Pæturskirkjuna letur pávaliga vælsignilsi Urbi et Orbi, sum merkir býurin og heimurin.

Hesa heilsan letur hann tvær ferðir árliga, jóladag og páskadag.

Frans pávi er 83 ára gamal og er úr Argentina. 

1,3 milliardir fólk eru katolikkar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938