Musharraf sleppur kortini undan deyðarevsing

Musharraf sleppur kortini undan deyðarevsing
Deyðadómurin er settur úr gildi
 
13.01.2020 - 14:50

Ein pakistanskur dómstólur hevur ógildað deyðarevsingina móti fyrrverandi forsetanum í Pakistan, Pervez Musharraf.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Musharraf varð í 2014 ákærdur fyri landasvik, og hann sat í húsavarðhaldi.

Hann varð seinni latin leystur, og flýddi í útlegd til Dubai fyri at sleppa undan revsing. 

Tók valdið í 1999

Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá. 

Musharaf var forseti frá 2001 til 2008.

Málið um hásvikagerð - højforræderi - snýr seg um, hvussu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur.

Grundlógin varð sett til viks, og tjóðartingið varð koyrt til hús. 

Tá dómararnir søgdu, at undantaksstøðan varð ógildug, koyrdi Musharraf teir frá.

Rættarmálið byrjaði í 2014

Rættarmálið móti Musharaf byrjaði í 2014, men tað er útsett fleiri ferðir, tí forsetin var sjúkur.

Hann er fyrsti forseti Í Pakistan, sum verður dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina.

Bæði í 2013 og í 2018 royndi Musharraf at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur  vildi ikki loyva honum at stilla upp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858