Arap Moi deyður

Arap Moi deyður
Fyrrverandi forsetin ráddi fyri borgum í Kenja frá 1978 til 2002
Daniel Arap Moi var yvirhøvur væl umtóktur sum forseti í Kenja
 
04.02.2020 - 15:34

Fyrrverandi forsetin í Kenya, Daniel Arap Moi, er deyður, 95 ára gamal. Hann var forseti í Kenya í 24 ár, frá 1978 til 2002.

Kenja hevur bara havt fýra forsetar, síðani landið fekk sjálvstýri í 1963.

Nógv skuldsettu Moi fyri at vera einaræðisharra, men tað eru eisini nógv, sum siga, at er orsøkin til, at viðurskiftini eru so fræg, sum tey eru í Kenja.

Friðarligari

Í Kenja hevur verið friðarligari enn í grannalondunum, Rwanda og Somalia, men fátækradømi og korrupsjón var gerandiskostur í landinum.

Seinastu árini, stjórnin hjá Moi sat, vóru nógvar skuldsetingar um svik, og í 1997 góvust bæði Heimsbankin og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, at lata landinum lán.

Arap Moi tók við sum forseti í Kenja eftir Jomo Kenyatta, sum hann var varaforseti hjá.

Forðaði fyri kvetti

Eftir fýra ár í sessinum, forðaði Arap Moi fyri einum hernaðarkvetti í landinum, og tá skipaði hann eisini avhoyringarhølir undir einum av stjórnarbygningunum í Nairobi.

Og har sótu politisk mótstøðufólk fongslað uttan rættarviðgerð, upplýsa mannarættindafelagskapir.

Daniel Arap Moi varð valdur aftur bæði í 1992 og í 1997, og fólk róptu, tá hann fór frá í 2002, tí hann kundi ikki veljast aftur.

Síðani livdi hann eina friðarliga tilveru, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891