Yvirskotið minkaði í 2019

Yvirskotið minkaði í 2019
Vinningurin hjá BankNordik fyri skatt var í fjør 63 milliónir krónur minni enn í 2018
 
27.02.2020 - 08:41

BankNordik hevði 260 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fjør. Vinningurin var 323 milliónir krónur í 2018. Bankin væntar minni yvirskot í ár enn í fjør.

Nettoúrslitið fyri 2020 verður 100-150 milliónir krónur. Tað var 207 milliónir krónur í ár. Útlánini hjá BankNordik minkaðu í fjør, úr tíggju milliardum krónum niður í 9,9 milliardir.

Innlánini vuksu eina milliard, úr 13,4 milliardir krónur upp í 14,4 milliardir krónur. BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775