Trump: Deyðatalið størst um tvær vikur

Trump: Deyðatalið størst um tvær vikur
518 fólk í USA eru deyð av koronavirus seinasta samdøgrið. Ringast verður um tvær vikur, væntar amerikanski forsetin
 
30.03.2020 - 09:39

Dagliga deyðatalið í USA orsakað av koronavirusinum verður hægst um tvær vikur. Tað segði Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið, sambært tíðindastovuni, AFP, har forsetin kunnaði um støðuna viðvíkjandi korona. 

Sambært lærda háskúlanum, John Hopkins, doyðu 518 fólk av koronavirusinum í USA seinasta samdøgrið.

Tað er størsta talið í USA higartil. Tilsamans eru 2.409 fólk deyð av virusinum og yvir 136.000 eru smittað, skrivar DR. 

Tiltøkini longd til 30. apríl

Donald Trump segði, at tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at tálma koronasmittuni, verða longd til 30. apríl. Hann hevur fyrr sagt, at tey skuldu steðgast á páskum.

 – Um vit halda deyðatalinum onkrastaðni millum 100 og 200.000, hava vit gjørt eitt gott arbeiði, segði Donald Trump sambært tíðindastovuni Reuters.

Amerikanska heilsumálaráðið sigur, at næstan 900.000 fólk í landinum eru kannað higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858