Tíggju bygningar til vinnuna í Leirvík

Tíggju bygningar til vinnuna í Leirvík
Býráðið í Eysturkommunu tekur undir við ætlanini um at byggja tíggju vinnubygningar á Kráartanga
Eysturkommuna ætlar at byggja 10 nýggjar vinnubygningar í Leirvík
 
10.05.2020 - 15:34
Býráðið í Eysturkommunu tekur undir við ætlanini um at byggja tíggju vinnubygningar á Kráartanga.
 
Ein fyritøka hevur søkt um loyvi at langtíðarleiga vinnuøkið á Kráartanga í Leirvík.
Ætlanin er at byggja tvær lonir við fimm bygningum í hvørjari.
 
144 fermetrar
 
Hvør bygningur verður 12 ferðir 12 metrar, so hvør lonin verður 700 fermetrar.
 
Ætlanin er at selja bygningarnar, áðrenn teir verða bygdir.
 
Tí verður ein lon bygd fyrst, og so sæst um tørvur er fyri eini lon aftrat.
 
Ætlanin er, at bygningarnir verða hitaðir við grønari orku, antin jarðhita ella sjóhita.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391