Forsætisráðharrin í Ísrael skal í dag fyri rættin

Forsætisráðharrin í Ísrael skal í dag fyri rættin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, skal í dag fyri rættin, ákærdur millum annað fyri mutur.
 
24.05.2020 - 16:04

70 ára gamli Netanyahu, sum fyri eini viku síðan fór undir sítt fjórða skeið sum forsætisráðharri, er millum annað ákærdur fyri at tikið ímóti gávum stórum gávum afturfyri tænastur. Tilsamans hava gávurnar eitt virði uppá 1.2 milliónir krónur. Hann er eisini ákærdur fyri at hava samstarva við ísraelskar miðlar at fáa teir at skriva góðar søgur um hann. Ógvusligasta ákæran móti Netanyahu er at hann skal hava bjóða einum netfelagið í Ísrael stuðul av ymsum slag, áljóðandi eitt virði uppá hundraðtals milliónir tilsamans, afturfyri at hava stóra ávirkan á hvat skrivað verður um seg og um hansara politisku mótstøðufólk á eini tíðindasíðu, sum er nógv vitjað.

Verður hann funnin sekur, kann hann verða dømdur í minsta lagið ein 10 ára fongsul dóm.

Rættarfundurin í dag er tann fyrsti og hann verður stuttur, har ákærurnar verða lisnar.

Sjálvur vísur Netanyahu allar ákærurnar frá sær. Hann sigur tær verða settar í verk av politiskum mótstøðufólki, uttan hald í veruleikanum og við tí endamáli at skaða seg politiskt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037