Vera Lynn deyð

Vera Lynn deyð
Bretska songkvinnan var best kend fyri at syngja fyri herdeildum undir seinna heimsbardaga
Vera Lynn var 103 ára gomul, nú hon doyði
Mynd: Sky News  
 
18.06.2020 - 10:06

Kenda bretska sangkvinnan, Dame Vera Lynn, er deyð, 103 ára gomul. 

Tað boðar familja hennara frá í morgun, sambært BBC.

Vera Lynn var best kend fyri at syngja fyri herdeildum undir seinna seimsbardaga í ymsum londum, eitt nú í India og Burma.

Og millum vælumtóktu sangirnar eru "We'll Meet Again", "The White Cliffs of Dover" og "A Nightingale Sang in Berkeley Square".

Tá hon fylti 100 ár, gav hon út fløguna "Vera Lynn 100" við best umtóktu sangum sínum. Og fløgan gjørdist nummar trý á Topp 10-listanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377