Nógv lata seg kanna í Klaksvík og á Tvøroyri

bannari
Nógv lata seg kanna í Klaksvík og á Tvøroyri
Bæði í Klaksvík og á Tvøroyri eru sera nógv fólk, sum í dag verða kannað fyri korona
 
05.08.2020 - 12:08

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur í morgun, at tey hava áleið 130 fólk, sum hava fingið tilvísing frá kommunulækna, til at lata seg kanna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag, og hon væntar, at tá dagurin er liðugur, verða tað helst fleiri, sum eru kannað. 

 

- Vit kanna fólk so leingi sum bíðirøð er, ella fólk við tilvísing framvegis eru í skipanini, sigur Alexandra á Dul í dag. 

 

Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er trýst á í dag. Hans Pauli Henryson sigur, at tað er ein stórur vøkstur í dag, og nú kanna tey áleið líka nógv fólk, sum tey gjørdu fyrr í ár, tá ið korona var í hæddini. 

- Vit hava broytt mannagongdir frá í dag av, so at nú kanna vit fólk hvønn dag á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og ikki bert nakrar dagar um vikuna, sigur Hans Pauli Henryson. 

 

Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 12.20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066