Hálva millión dýrari enn játtanin

Hálva millión dýrari enn játtanin
Landsstýrið kostaði stíva hálva millión krónur meira í fjør enn fíggjarlógin segði.
 
17.08.2020 - 08:23

Játtaðar vóru 8,9 milliónir krónur til løgmann og landsstýrisfólk. Men, tá avtornaði, vóru brúktar 660.000 krónur meira enn tað.

Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at tá fíggjarlóg fyri 2019 skuldi gerast, vístu tey á, at útskiftingar, sum hava við sær eyka útreiðslur til millum annað bíðiløn til fráfarin landsstýrisfólk, vóru væntandi.

Grundarlagið fyri játtanini í fjør var, at líka nógv landsstýrisfólk vóru eftir løgtingsvalið. Eisini varð roknað við, at helvtin av landsstýrisfólkunum vórðu skift. Men øll landsstýrisfólkini vórðu skift.

Bíðilønir kostaðu

Útskiftingin gjørdi, at átta fráfarin landsstýrisfólk skuldu hava bíðiløn í tríggjar ella seks mánaðir. Samstundis fóru landsstýrisfólkini úr átta niður í sjey. Eitt skifti var í landsstýrinum í 2018 og aftur eitt í 2019.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, sum løgmaður tilnevndi í februar 2019, hevði rætt til 12 prosent í eftirløn. Tann, sum var í embætinum frammanundan, hevði ikki rætt til eftirløn. 

Landsstýrismaðurin, sum fór úr embætinum í 2018, fekk bíðiløn í januar og februar 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595