Ný Sæland: Fyrsti dómurin um lívlangt fongsul

Ný Sæland: Fyrsti dómurin um lívlangt fongsul
Avstraliumaðurin, Brenton Tarrant, er dømur fyri at hava dripið 51 muslimar í býnum Christchurch
Brenton Tarrant er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri atsóknina at tveimum moskum í Ný Sælandi
 
27.08.2020 - 10:06

Fyri fyrstu ferð hevur ein nýsælendskur dómstólur dømt ein persón lívlanga fongsulsrevsing.

Tað hendi í morgun okkara tíð, tá 29 ára gamli avstraliumaðurin, Brenton Tarrant, varð dømdur inn at sita restina av lívinum fyri at hava dripið 51 muslimar. 

Brenton Tarrant stroymdi beinleiðis á Facebook, tá hann 15. mars í fjør fór inn í tvær moskur í býnum Christchurch og beindi fyri 51 muslimum.

Játtaði seg sekan

Tarrant játtaði seg sekan í 51 ákærum um morð, 40 ákærum um drápsroynd og einari ákæru um at hava framt yvirgang.

Dómarin segði, at ein tíðaravmarkaður dómur var ikki nøktandi í hesum málinum.

- Tíni brotsverk eru so ónd, at sjálvt um tú verður hildin í varðhaldi, til tú doyrt, fer tað ikki at lúka krøvini um revsing og fordøming, segði dómarin, tá dómurin varð kunngjørdur, skrivar tíðindastovan Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483