Fai Yin Wong og Miriam í Grótinum vunnu í Klaksvík

Fai Yin Wong og Miriam í Grótinum vunnu í Klaksvík
Fai Yin Wong og Miriam í Grótinum vunnu ársins fyrstu grand prix-kapping í badminton, sum var í Klaksvík sunnudagin
Miriam í Grótinum vann kappingina hjá kvinnunum í Klaksvík sunnudagin
 
20.09.2020 - 18:27

Fai Yin Wong lat ongan iva vera um, at hann var besti spælarin í kappingini, tá hann vann ársins fyrstu grand prix-kapping í badminton í Klaksvík sunnudagin.

Hjálparvenjarin hjá føroyska badmintonlandsliðnum, sum umboðar Havnar Badmintonfelag, vann øll settini á veg til finaluna, og Magnus Dal-Christiansen hevði ongan møguleika í finaluni, sum Fai Yin Wong vann 2-0 (21-13, 21-16).

Miriam vann trísettara

Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag vann kappingina hjá kvinnum.

Í finaluni vann Bjanhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelag fyrsta settið móti mótstøðukvinnuni úr Havn, men so vendi dysturin.

Miriam Í Grótinum vann tey bæði næstu (21-16, 21-13) og harvið dystin 2-1.

Fyrsta av fimm

Hetta var fyrsta grand prix-kappingin hjá Badmintonsambandinum í hesum kappingarárinum. Tvær grand prix-kappingar vera afturat fyri nýggjár.

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115