Kanna møguleikan fyri samstarvi um Arktis

Kanna møguleikan fyri samstarvi um Arktis
Møguleikin fyri størri norðurlendskum samstarvi um Arktis skal viðgerast á einum fundi í fólkatinginum 4.november
Arktis, ella norðurpólsleiðir.
 
26.09.2020 - 16:06

Møguleikin fyri størri norðurlendskum samstarvi um Arktis skal viðgerast á einum fundi í fólkatinginum fyrrapartin 4.november.

Sendiharrarnir hjá øllum Norðurlondunum í Keypmannahavn eru bodnir á fundin.

Sendiharrarnir eru bidnir um at koma við einari stuttari kunning um, hvønn politikk um Arktis, land teirra hevur.

Og um teir halda, at møguleiki er fyri størri norðurlendskum samstarvi um Arktis.

Arktiska sendinevndin hjá fólkatinginum, sendinevndin í Norðurlandaráðnum, Uttanríkispolitiska nevndin, Grønlandsnevndin og Føroyanevndin hjá fólkatinginum hava boðað til fundin.

Sjúrður Skaale er formaður í Arktisku sendinevndina og Edmund Joensen er næstformaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542