Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum

Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum
Hækkaða inngjaldið verður mett at geva 11,5 mió. kr. næsta ár
Tilskotsstigin fyri heilivág verður eisini broyttur, so hann verður eitt stig minni enn nú
 
30.09.2020 - 11:39

Heilsutrygd verður dýrari. Og fólk skulu keypa heilvág fyri 1.500 kr. um árið, áðrenn Heilsutrygd letur tilskot. 

Landsstýrið hevur lagt uppskot fram um at hækka inngjaldið úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent.

Hækkaða inngjaldið er mett at geva landskassanum 11,5 mío. kr. næsta ár. 

Harafturat skulu fólk gjalda 175 kr. um mánaðin í heilsutrygdargjaldi. Tað er sama gjald sum nú.

Broyta stigan

Tilskotsstigin verður eisini broyttur, so hann verður eitt stig minni enn nú. 

Tilskot verður latið til heilivág. Nú verður egingjaldið 1.500 kr. Lægsta egingjaldið er 524 kr.

Ein meting hjá Heilsutrygd og Landsapotekaranum sigur, at møguligt er at lækka útreiðslurnar hjá Heilsutrygd átta mió. kr. um árið við at broyta tilskotsstigan.

Útreiðslurnar til vaksin minka slakar fimm millíónir krónur, pensjónistar fáa slakar 2,5 mió. kr. minni, og fyritíðarpensjónistar slakar 500.000 kr. minni í tilskoti

Uppskot er eisini um at seta eina hjálparráðsnevnd, sum skal viðgera umsóknir um hjálparráð.

Við tí er ætlanin at tálma útreiðsluvøksturin.

Størri útreiðslur

Heilsutrygd hevur havt størri og størri útreiðslur seinastu árini til hjálparráð, og tí er neyðugt, at munagóð tiltøk verða sett í verk, sigur landsstýrið.

Í hjálparráðsnevndini skulu vera trý fólk, eitt frá Heilsutrygd, eitt frá Apoteksverkinum og eitt frá Sjúkrahúsverkinum.

Harumframt vera eitt ella fleiri serkøn, sum hava læknafakliga útbúgving. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227