Heimadysturin móti Kekkia verður í Føroyum

Heimadysturin móti Kekkia verður í Føroyum
Heimadysturin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, sum skuldi spælast í Aarhus, verður í staðin í Føroyum. Orsøkin er koronustøðan í Danmark
Landsliðsspælararnir skulu spæla heimadyst í Føroyum
 
30.09.2020 - 16:21

Føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sín EM-undankappingardyst móti Kekkia í Føroyum.

Evropeiska hondsbóltssambandið, EHF, hevur boðað Hondbóltssambandi Føroya frá, at orsakað av støðuni viðvíkjandi koronu í Danmark fær HSF undantaksloyvi at hýsa dystinum í Føroyum.

Vanligu krøvini, sum EHF setir til A-landsdystir í EM-undankapping, forða annars fyri, at dystir kunnu spælast í Føroyum, og dysturin móti Kekkia skuldi spælast Aarhus sama dag, sum Danmark spælir móti Sveis.

Men nú hevur EHF hert krøvini til smittufyribyrging, og tí hava føroyska, danska og evropeiska hondbóltssambandið tikið støðu til, at víkjast kann frá vanligu hallarkrøvunum í hesum føri.

Heimadysturin móti Kekkia verður sostatt í høllini á Hálsi mikudagin 4. november, skrivar heimasíðan hjá hondbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598