Halda fram at viðgera fíggjarlógina

Halda fram at viðgera fíggjarlógina
Tingfundurin byrjar klokkan tíggju
Tá tingfólk eru liðug at skifta orð um um fíggjarlógaruppskotið, verður tað beint í figgjarnevndina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2020 - 09:22

Løgtingið heldur fram at viðgera fíggjarlógina nú klokkan tíggju.

Fyrsta viðgerðin heldur fram.

Hon byrjaði í gjár klokkan tíggju og vardi til klokkan trý korter til sjey í gjárkvøldið. 

Tá fyrsta viðgerð er liðug, fer uppskotið hjá landsstýrinum í Fíggjarnevndina.

Sambært tingskipanini skal álitið koma frá Fíggjarnevndini í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at nevndin fekk uppskotið.

Løgtingsformaðurin kann tó leingja hesa frestina eftir áheitan frá nevndarformanninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329