Dómararnir harta VÍF-venjaran

Dómararnir harta VÍF-venjaran
Dómaranevndin hjá Hondbóltssambandinum finst at útsøgnunum hjá John Larsen í samband 'spøkilsismálið', sum Neistin fekk í dysti móti VÍF
Dómarafelagið talar at atburðinum hjá VÍF-venjarunum, John Larsen
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
12.10.2020 - 22:58

Dómaranevndin hjá HSF hartar nú VÍF-venjaran, John Larsen, fyri tað, sum hann segði í samrøðu við Kringvarpið eftir dystin millum Neistan og VÍF, har Neistin fekk eitt sonevnt spøkilsismál - eitt mál, sum varð skrásett á dómaraseðilinum, men ikki varð skotið í veruleikanum.

Í samrøðuni úttalar venjarin hjá VÍF seg niðurgerandi um føroyskar dómarar og dómaraborðið, og hetta heldur dómaranevndin er sera óheppið. Eisini sýndi venjarin hjá VÍF ósømiligan atburð við dystarenda, skrivar Dómaranevndin.

John Larsen fanst at dómarunum 

Dómaraborðið hevur ikki tal á málunum, og so er talan um greitt brotskast til endans. Sjálvt Neistin viðgongur tað, segði John Larsen við ítróttarsendingina, 3-2.
 
Tað er spell, at dómararnir ikki eru á nøktandi støði, tí avrikið hjá spælarunum er gott. 

Vit spæla ein sera góðan dyst, men nógv gongur ímóti, har tey (dómarar og dómaraborð, red.) ikki hava tamarhald á nøkrum. Tey vita ikki so frægt sum, hvussu mann leggur protest, segði John Larsen.

VÍF skal tryggja, at støðan ikki endurtekur seg

Hondbóltssambandið heitir á venjarar, spælarar og onnur um at kenna sær hógv, tá tey úttala seg til fjølmiðlarnar og minnir á teirra støðu sum leiðarar og fyrimyndir.

Dómaranevndin hevur heimild til at vísa slíkan atburð til aganevndina, men sigur, at í hesum førum hevur hon heitt á VÍF um at tryggja, at ein slík støða ikki endurtekur seg og fer ikki at gera meir við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871