Allir bilarnir hjá landinum tryggjast hjá Betri

Allir bilarnir hjá landinum tryggjast hjá Betri
Betri trygging vann kappingina um at tryggja 326 bilar hjá landinum
 
27.10.2020 - 08:01

Gjaldstovan bað um tilboð uppá tryggingar fyri øll akfør hjá landinum, sum skulu hava ábyrgdartrygging sambært ferðslulógini. 

Talan er um 326 bilar, sum skulu tryggjast frá 1. november í ár til 31. desember 2022. Møguleiki er at leingja sáttmálan í eitt ár.

Betri trygging og Trygd komu við tilboðum. Betri trygging vann útboðið. Betri hevði eisini ábyrgdartryggingarnar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775