Hús í Havn kosta nú meira enn fimm milliónir

bannari
Hús í Havn kosta nú meira enn fimm milliónir
Korona hevur ikki havt stórvegis ávirkan á húsasøluna. Tvørturímóti verða sethús seld skjótari í ár enn í fjør, sigur Betri Banki
Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, staðfestir, at sethúsaprísirnir hækka støðugt. Hús verða selda skjótari í ár enn í fjør
 
19.11.2020 - 16:00

Í hesum árinum eru sethús í høvuðsstaðnum seld fyri meira enn fimm milliónir krónur.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Miðal sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum var umleið 3,2 mió. kr. í triðja ársfjórðingi í ár. Tað svarar til, at miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5 prosent í 2020.

Prísurin hækkar støðugt

- Miðal sethúsaprísurin hækkar støðugt.  Vit kunnu eisini staðfesta, at í hesum árinum eru sethús í høvuðsstaðnum seld fyri meira enn fimm milliónir kr. Og tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Í Klaksvík og Eysturoynni er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri, farin upp um tríggjar milliónir kr. Í Vágum eru hús seld fyri væl meira enn tvær milliónir kr.

- Eftirspurningurin er framvegis stórur, men útboðið er ikki so stórt. Koronukreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum, men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør. Tað bendir á, at áhugin í øllum førum enn er stórur, sigur Kára á Dunga.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457