Autismuheim boðið út aftur

Autismuheim boðið út aftur
Tilboðini vóru nógv størri enn kostnaðarmetingin. Landsstýriskvinnan gjørdi av einki tilboð at taka
Heimið er vorðið minni og einfaldari, og heimið verður nú í einari hædd
 
03.12.2020 - 07:43

Heimið til børn og ung við autismu er nú boðið út aftur. Ætlanin er, at farast skal undir byggingina í vár. Heimið skal vera klárt at flyta í seinast í 2022, sigur Almannamálaráðið.

Bjóðast kann upp á sjey fakarbeiðstøkur.  Verkætlanin varð boðin út í fjør. Men tilboðini vóru nógv størri enn kostnaðarmetingin, so landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, gjørdi av einki tilboð at taka.

Heimið í Kvíggjartúni á Argjum var tá mett at kosta góðar 42 milliónir krónur. Men lægsta tilboðið var 56 milliónir krónur. Sparingar eru gjørdar.

Heimið er vorðið minni og einfaldari, og heimið verður nú í einari hædd. Men líka nógv pláss vera í tí sum í upprunaliga uppskotinum. Freistin at bjóða er til 18. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846