Eingin fráboðan komin enn

Eingin fráboðan komin enn
Hóast landsstýrismaðurin fyri einum mánað segði, hann fyrsta dagin fór at boða frá, hvat skuldi henda við Búskaparráðnum, er eingin fráboðan komin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2021 - 07:26

Hóast Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði fyri einum mánað síðani, at fyrsta dagin fór hann at boða frá, hvat skuldi henda við Búskaparráðnum, er eingin fráboðan komin enn.

Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sigur, at tey hava einki frætt. Búskaparráðið situr til 1.mai. Hálvan mars kemur fyrra búskaparfrágreiðingin í ár.

Trý fólk sita í ráðnum

Og seinni kemur ein temafrágreiðing um tørvin á arbeiðsmegi til umsorgan og onnur størv í vælferðartænastuni.

Í ólavsøkurøðuni í fjør segði løgmaður, at landsstýrið fer at umskipa og avtaka nevndir og ráð. Eitt ráðið er Búskaparráðið. Men enn er ógreitt, hvussu verður við tí.

Búskaparráðið eygleiðir búskaparligu gongdina í Føroyum og ger óheftar ráðgevingar og frágreiðingar. Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen eru í Búskaparráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360