Bara 335 tons á Flemish Cap í ár

Bara 335 tons á Flemish Cap í ár
Fiskiskapurin kann byrja 1. apríl, og talan er um árskvotu
Klakkur er eitt av frystilínuskipunum, sum plaga at royna á Flemish Cap, men í ár er kvotan nógv minkað
 
03.02.2021 - 13:21

Frá 1.apríl kunnu føroysk skip fiska tosk á Flemish Cap.

Men kvotan er lítil í ár, bara 335 tons. Hon var 2.800 tons í fjør.

Toskurin skal fiskast við línu sambært kunngerðini, sum er til hoyringar til 12.februar.

Talan er um egna árskvotu. 

Treytin er framvegis, at toskurin skal avreiðast um bryggjukant í Føroyum.

Toskurin kann tó avreiðast uttanlands, um hann verður fluttur óvirkaður til Føroya, og fyrsta sølan verður í Føroyum.

Tá avreitt verður uttanlands, skal allur fiskurin um innvigingarskipan, sum Vørn hevur góðkent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026