Myndir frá Perseverance

Myndir frá Perseverance
Rúmdarbilurin Perseverance, ið lendi á Mars, hevur tikið fleiri góðar myndir á gongustjørnuni
 
05.03.2021 - 13:00

Í góðar 14 dagar hevur bilurin Perseverance staðið á gongustjørnini Mars. Bilurin hevur ikki koyrt enn, men tíðin hevur verið brúkt til at tikið myndir og fingið eitt yvirlit yvir økið, har bilurin er lendur. 

Eitt nú skal tólmennisarmurin royndarkoyrast í næstum. Rúmdarbilurin stendur beint við eitt stað, ið nevnist Jezero Crater, har hildið verður, at tað einaferð í fyrndini hevur verið eitt stórt vatn.

Á fylgisveinamyndum sæst, at tað einaferð hevur runnið ein á í vatnið og ein á hevur runnið úr vatninum. Vónin er at finna steinrenningar eftir smáverum, ið einaferð fyri yvir fýra milliardum árum síðani, møguliga livdu á gongustjørnini. 

Her er nakar myndir sum Perseverance hevur tikið á Mars:

Fyrsta farvumyndin ið Perseverance tók á Mars (Mynd: NASA/JPL-CALTECH) 

 

Rúmdarbilurin er stappaður við vísindatólum, sum skulu kanna umhvørvið, jarðfrøðina, lofthavið o.a. á Mars. Hetta myndatólið tekur myndir av umstøðunum rundan um eitt av hjólunum frammanfyri. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Mynd av takinum á Perseverance. Høgrumegin sæst PIXL tólmennisarmurin, har vísindatólini eru, sum skulu brúkast til at kanna gongustjørnuna. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Ein vindbardur steinur, ið hevur fingið navnið Kópurin. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Tromin á Jezero gosholinum ið er fleiri kilometrar burturi. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Soleiðis hevði tað sæð út, um tú sat í rúmdarbilinum og hugdi út gjøgnum ein rút. Henda myndin hevur røttu litsamansetingina til menniskjaeygað (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Her sæst økið í Jezero, sum verður mett at tað einaferð var eitt vatn. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

 

Jezero gosholið minnir nógv um vatnið Salda (tv) í Turkalandið. Møguliga hevur tað sæð eins út á Mars fyri yvir 4 milliardum árum síðani. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449