Betri Banki 90,5 mió. kr. í avlopi

Betri Banki 90,5 mió. kr. í avlopi
Føroysku húsarhaldini spardu umleið 600 mió. kr. upp í føroysku peningastovnunum í fjør
Fíggjarstøðan hjá Betri Banka javnvigar við góðum 10 milliardum krónum
 
11.03.2021 - 14:45

Betri Banki hevði 90,5 mió. kr. í avlopi í fjør. Úrslitið fyri skatt var 110,3 mió. kr.

Fíggjarstøða bankans javnvigar við 10,1 milliard krónum. Útlán bankans eru 6,4 milliardir krónur, og innlánini vóru 8,1 milliard krónur. 

Koronufarsóttin hevur havt lítla ávirkan á uppsparingarmynstrið hjá føroyingum, sigur Betri í tíðindaskrivi.

Føroysku húsarhaldini spardu umleið 600 mió. kr. upp í føroysku peningastovnunum í fjør. 

Serliga realkredittlán

Serliga sæst, at fleiri føroyingar velja realkredittlán sum fíggingarmøguleika, har møguleiki eisini er við fastari rentu. Vøksturin var lutfalsliga stórur í 2020. Hetta lánislagið vaks nærum 15 prosent, ella umleið 200 mió. kr., skrivar Betri. 

Bankin hevur sett umleið 60 mió. kr. av móti møguligari ávirkan, sum koronufarsóttin kann hava við sær.

Samanumtikið verður tó mett, at færri váðar eru at síggja í ár enn 2020, sigur Betri Banki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554