VÍF vann føroyameistaraheitið í Hoyvík

VÍF vann føroyameistaraheitið í Hoyvík
Eftir ein gulan seinna hálvleik vann VÍF sannførandi fjórðu finaluna á H71 í Hoyvíkshøllini og tryggjaði sær sostatt sítt fyrsta FM-heiti síðan 2016
VÍF vann fjórðu FM-finaluna og sostatt sítt 24. FM-heiti
 
21.04.2021 - 20:52

VÍF er føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2016 eftir sigur á H71 í fjórðu FM-finaluni, sum var spæld í Hoyvík í kvøld.

Tað var í roynd og veru ein góð løta fyri VÍF í seinna hálvleiki, sum gjørdi, at steypið skuldi norður til Vestmanna. H71 hevði vunnið seg tvey mál framum.

Men uppá eina lítla løtu vendi VÍF øllum og fekk eina fimm máls leiðslu, og hoyvíkingarnir, sum vunnu FM í 2017, 2018 og 2019, komu ongantíð veruliga afturíaftur.

Javnur fyrri hálvleikur

Tað bar illa til at taka dagar ímillum liðini í einum góðum og jøvnum fyrra hálvleiki.Tey skiftust um at skjóta mál, men tað vóru hoyvíkingar, sum fóru til hálvleiks við eini teprari leiðslu.

Hesa leiðsluna høvdu teir eisini eina løtu í seinna hálvleiki, til gongdin vendi, og VÍF fór undan og um sýn.

Niðurteljing til avgerðina

Síðstu 10 minuttirnir tóktust verða ein niðurteljing til endaligu staðfestingina av, at VÍF hevur verið besta lið í Burn-deildini í ár. Leiðslan varð útbygd til 10 mál, og loksins kundu stór og smá, gul og blá, fegnast um sítt 24. føroyameistaraheiti.

H71-VÍF (Hoyvíkshøllin)
24-34 (14-13)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. september
Við Tórði á túri við skansabørnum í Havn
197381
Mánadag 22. september
Poppverturin
194208
Mánadag 22. september
Toppur vann á botni
197352
Mánadag 22. september
Á ferð í Bangladesj: 7. partur
197345
Mánadag 22. september
Norðurljóð 22.september 2025
196798
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. september
Veðrið
197383
Sunnudag 21. september
Andaktin við Sonna Steinholm
197312
Sunnudag 21. september
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
197310
Leygardag 20. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
197293
Fríggjadag 19. september
Veðrið
197285