Fýra dagar í Landsrættinum

Fýra dagar í Landsrættinum
Eystari landsrættur fer í viku 35, vikuni, sum byrjar 30. august, at viðgera eitt mál um kynsliga misnýtslu
Í viku 35 fer Eystari landsrættur at viðgera eitt stórt mál um kynsligan ágang,
 
21.08.2021 - 09:36

Eystari landsrættur hevur sett av fýra dagar í viku 35, vikuni, sum byrjar 30. august, til eitt mál um kynsliga misnýtslu.

Føroya rættur dømdi 30.mars ein 42 ára gamlan mann trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár, frá 2017 til desember 2019.

Maðurin varð funnin sekur í øllum 11 ákærum, sum eisini umfata barnaporno, at hava keypt rúsdrekka til børn undir 18 ár, og at hava havt tjóvagóðs um hendi.

Kravdi harðari dóm

Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella átta ára fongsul.

Ákærdi játtaði seg sekan ella partvís sekan í níggju av teimum 11 ákærunum

Ákæruvaldið heldur, at trý ár eru ov lítið, og ætlar tí at royna málið í Landsrættinum. 

Verjin hjá manninum heldur, at ein hóskandi revsing er hálvt triðja til trý ár.

Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani í desember 2019.

Eystari landsrættur kemur til Føroya í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815