Føroyar vunnu EHF Championship-kappingina og sleppa til EM-endaspælið

Føroyar vunnu EHF Championship-kappingina og sleppa til EM-endaspælið
Føroyska U19-hondbóltslandsliðið hekk í leingi, spældi seg fram um Hvítarussland síðstu løtuna og vann 31-30 í finaluni í EFH Championship. Nú bíðar EM-endaspæl næsta summar
Føroyar hava vunnið sær sess í EM-endaspælinum næsta summar
 
22.08.2021 - 18:34

Føroyska U19-hondbóltslandsliðið við monnum bardi og spældi seg til ein flottan 31-30 sigur á Hvítarusslandi í finaluni í EFH Championship í Varna í Bulgaria.

Sigurin hevur við sær, at bæði sokallaðu U02 og U04 landsliðini við monnum fáa pláss í EM-endaspølum fyri ávíkavist U20- og U18-landslið næsta summar.

- Eg havi aldrin arbeitt við ítróttafólkum, sum eru so sterk mentalt. Tað eru øgiliga fá ting, sum kunnu skelka hesar dreingirnar, sigur Julian Johansen, U19 landsliðsvenjari, sum letur tað vera upp til onnur at meta um, hvussu stórt hetta avrikið er fyri føroyskan hondbólt. 

- Tað er sanniliga stuttligt at vera partur av føroyskum hondbólti í løtuni, staðfestir venjarin úr Bulgaria. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 



Aftanfyri leingi

Tað byrjaði ikki eins væl, sum tað endaði hjá føroyska liðnum, sum var aftanfyri stóran part av fyrra hálvleiki. Føroyingarnir stríddust kortini manniliga, og hvítarussiska leiðslan gjørdist ongantíð ov stór.

Leingi sá út til, at føroysku spælararnir máttu stríðast meira enn mótstøðuliðið fyri sínum málum, og Elias á Skipagøtu bar liðið á sínum herðum eina løtu í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 18-16 til Hvítarussland.

Sama skil í seinna hálvleiki

Hvítarussland helt upp á leiðsluna frá byrjan í seinna hálvleiki. Stundum nærkaðust føroyingar, men tað vildi ikki eydnast, tá tað stóð teimum í boði at javna. Eini tríggjar ferðir fingu teir kjansin, men misnýttu.

Málverjin, Pauli Jacobsen, sum ikki hevði verið so eyðsýndur, sum hann hevur verið í onkrum øðrum dysti, traðkaði til, tá tørvurin var størstur og tók fleiri skot síðstu løtuna.

Liðfelagarnir - eggjaðir av góða málmansspælinum - tóku um endan, og síðstu løtuna bæði javnaðu teir og vunnu sær eina avgerandi leiðslu, sum Hvítarussland ikki fekk aftur.

Teir minkaðu til 31-30, men tá var eingin tíð eftir, og Føroyar vunnu dystin, kappingina og pláss í ikki minni enn tveimum EM-endaspølum næsta summar.

Enn einaferð staðfesti Elias Ellefsen á Skipagøtu, at hann telist millum allar bestu hondbóltsleikarar í øllum heiminum í sínum árgangi. 

Næstan einsamallur helt hann Føroyum inni í dystinum við 13 málum, og móti endanum, tá dysturin skuldi avgerast, tók hann ábyrgd og breyt ígjøgnum og skeyt tey avgerandi málini. 

 

Føroyar - Hvítarussland 31-30 (16-18)

Føroyska liðið mannaðu: 

Málverjar
12 Alexandar Lacok
16 Pauli Jacobsen

Útileikarar
40 Bogi Hansen 
60 Baldur Gillason (1 mál)
61 Janus Dam Djurhuus (3 mál)
63 Pauli Mittún (4 mál)
65 Bjarni í Selvindi 
67 Elias Ellefsen í Skipagøtu (13 mál)
78 Óli Mittún (1 mál)
79 Rói Ellefsen í Skipagøtu 
80 Pauli Høj 
81 Viktor Gaini (4 mál)
82 Ragnar Karlsson 
83 Sakir Tróndarson Frýdal 
93 Sveinur Olafsson 
94 Hákun West av Teigum (5 mál)



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266