Hópgravir frá Stalin-tíðini funnar í Ukraina

Hópgravir frá Stalin-tíðini funnar í Ukraina
Leivdir av 5.000 til 8.000 fólkum eru funnar við floghavnina í Odessa
Fólkini eru dripin millum 1937 og 1939, tá Stalin setti eina ógvulsiga útreinskan í verk.
 
26.08.2021 - 10:22

Fleiri hópgravir við túsundtals fólkum eru funnar við býin Odessa í Ukraina.

Hildið verður, at leivdirnar stava frá útreinskanini hjá Josef Stalin seinastí 1930unum, tá hann fór harðliga fram ímóti andstøðingum og teimum, sum royndu at muta ímóti hansara framferð.

Hópgravirnar eru komnar undan klavi, nú arbeitt verður við at útbyggja floghavnina í Odessa, upplýsa myndugleikarnir í Ukraina.

5.000 til 8.000 fólk

Higartil eru leivdirnar av millum 5.000 og 8.000 fólkum funnar við floghavnina.

Talan er um størstu hópgrøv, sum er funnin í Ukraina, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Tað var eftir øllum at døma loyniløgreglan hjá Stalin, sum gjørdi av við fólkini í 1930-unum, heldur Sergij Gutsaljuk, sum er leiðari á ukrainska stovninum fyri tjóðminni.

Fólkini eru dripin millum 1937 og 1939, tá Stalin setti eina ógvulsiga útreinskan í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659