Kommunulæknar settir í Havn og í Klaksvík

Kommunulæknar settir í Havn og í Klaksvík
Jeaneth Løkja er sett sum kommunulækni á Suðurstreymoyar læknadømi, og Thomas Berthou er settur í starv í Norðoya læknadømi
Jeaneth Løkja fer at starvast sum kommunulækni í Læknahúsinum í Hoyvík.
 
22.10.2021 - 14:14

Heilsutrygd hevur sett kommunulækna í Suðurstreymoyar- og Norðoya læknadømi

Jeaneth Løkjá er sett í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi, í Læknahúsinum í Hoyvík.

Hon er sett í starvið, sum Guðrun Mortensen hevur røkt seinastu árini. Jeaneth Løkjá tekur við starvinum 1. januar næsta ár.

Heilsutrygd hevur eisini sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi. Thomas Berthou er settur í starvið, sum Magnus Magnussen í mong ár røkti.

Thomas Berthou tekur við starvinum 1. august 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541