Korona samfelagshættislig sjúka í Danmark

Korona samfelagshættislig sjúka í Danmark
Koronupassið kemur í gildi fríggjadagin, og verður í gildi í fýra mánaðir í fyrstu syftu
Magnus Heunicke er heilsumálaráðharri í Danmark
Mynd: RitzauScanpix  
 
10.11.2021 - 11:01

Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum mælir til, at korona verður bólkað sum ein samfelagshættislig sjúka.

Tað sigur danski heilsumálráðharrin, Magnus Heunicke, nú farsóttarnevndin viðger koronustøðuna í Danmark.

Meiriluti er eisini fyri at "gera dagføringar við koronapassinum". Farsóttarnevndin viðger nú, nær og hvar broytingarnar skulu gerast.

Í gildi fríggjadagin

Heunicke sigur, at stjórnin ætlar, at koronapassið kemur í gildi fríggjadagin í hesi vikuni.

Farsóttarnevndin tosar eisini um, hvussu drúgva tíð korona skal vera samfelagshættislig sjúka.

Tá ið ein sjúka verður bólkað sum samfelagshættislig, kann stjórnin gera avmarkingar við heimild í farsóttarlógini, skrivar DR.

Galdandi í fýra mánaðir

Skipanin við koronupassi kemur í gildi í Danmark fríggjadagin, og skipanin verður helst galdandi í fýra mánaðir í fyrstu syftu.

Ætlanin er, at serliga farsóttarnevndin hjá fólkatinginum skal viðgera støðuna hvønn mánað, og síðani taka avgerð út frá tí, sigur formaðurin í nevndini, Stinus Lindgren.

Koronapassið skal galda, um fleiri enn 200 fólk koma saman innandura, og fleiri 2.000 koma saman uttandura, sigur danski heilsumálaráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173