Fólk, sum hava havt koronu, eru ikki vard móti Omikron

bannari
Fólk, sum hava havt koronu, eru ikki vard móti Omikron
- Vit halda ikki, at fólk, sum hava havt koronu, eru vard ímóti Omikron frábrigdinum, sigur suðurafrikanski professarin í mikrobiologi, Anne von Gottberg
Nýggja kronu-frábrigdið, Omikron, smittar eisini tey, ið hava verið sjúk, sigur professari í WHO
Mynd: Shutterstock.com  
 
03.12.2021 - 07:19

Fólk, sum hava havt koronu, eru ikki vard ímóti Omikron-slagnum av koronu, sum nú er farin at gera um seg kring heimin.

Tað eru greiðu boðini frá heimsheilsustovninum, WHO.

- Vit halda ikki, at fólk, sum hava havt koronu, eru vard ímóti Omikron frábrigdinum, sigur suðurafrikanski professarin í mikrobiologi, Anne von Gottberg, á tíðindafundi á skrivastovuni hjá afrikansku deildini hjá heimsheilsustovninum, og tað skriva bæði The Guardian og Der Spiegel.

 

Fyribils niðurstøða

Talan er um eina fyribils niðurstøðu, tí neyðugt er við fleiri kanningum, sigur professarin.

Men Anna von Gottberg leggur dent á, at fólk sum hava verið sjúk av øðrum sløgum av koronu, gerast ikki so álvarsliga sjúk, um tey fáa Omikron slagið.

Omikron breiðir seg nú um allan heimin, og bæði í USA og í Týsklandi verða fólk biðin um at ansa eftir.

WHO metir, at Omikron slagið fer at gera mest um seg um stutta tíð um allan heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762