Vit fáa somu nøgd í norskum sjógvi næsta ár

Vit fáa somu nøgd í norskum sjógvi næsta ár
Føroyar og Noreg hava gjørt nýggjan fiskirættindasáttmála
Samráðingarnar um fiskirættindi í norskum sjógvi vóru í Havn, og í gjár var skrivað undir nýggja sáttmálan.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
08.12.2021 - 10:06

Føroyski fiskiskapurin í norskum sjógvi verður tann sami í 2022 sum í ár, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.

Tað er greitt eftir samráðingarnar millum partarnar, sum vóru í Havn í gjár.

Kvotan verður tann sama, hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi næsta ár.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2022 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum, sum er tað sama sum í ár.

Kvotur tillagaðar

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 verða tillagaðar nakað.

Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, 500 tons meira enn í ár. Hinvegin lækkar kvotan av brosmu 500 tons, og verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður óbroytt, 800 tons.

Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt, 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.790 tons av toski og 200 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.

Hetta eru 360 tons minni enn í ár. Norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi lækkar 2.880 tons, og hon verður 31.920 tons í 2022.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650