Seinasta skotið millum Sandoynna og Streymoynna hósdagin

Seinasta skotið millum Sandoynna og Streymoynna hósdagin
94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi skal skjóta síðsta skotið í Sandoyartunlinum
Seinasta skotið hósdagin.
 
30.01.2022 - 13:17

Tað verður 94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi, sum skal skjóta síðsta skotið í Sandoyartunlinum saman við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum. 

Hetta kunngerð Jørgen Niclasen á sínum Facebook-vanga. 

Síðsta skotið í Sandoyartunlinum verður hósdagin. 

Sjálvur er Jørgen Niclasen eitt sindur ivasamur, tí hann liggur undir tveimum dýnum við koronu í løtuni, sum hann málber seg. 

"Um mær berst frá, eri eg ikki í iva um, at Harriet klárar skotið sjálv," skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á sínum Facebook-vanga. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472