Sosialistaflokkurin í Portugal avgjørdan meiriluta

Sosialistaflokkurin í Portugal avgjørdan meiriluta
Flokkurin fekk 117 tingsessir á valinum í gjár, og Antonio Costa heldur fram sum forsætisráðharri
Antonio Costa, formaður í Sosialististaflokkinum, sum vann stórsigur á valinum í Portugal í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.01.2022 - 14:13

Sosialistaflokkurin í Portugal gjørdist stóri sigursharrin á tjóðartingsvalinum, sum var í gjár. Flokkurin fekk so stóra undirtøku, at hann nú hevur meiriluta einsamallur í portugisiska tjóðartinginum.

Tað skrivar tíðindastovan AFP sambært danska TV2.

Portugisiska valskipanin er torskild, men við at fáa 42 prosent av samlaða atkvøðutalinum, fær Sosialistaflokkurin við forsætisráðharranum, Antonio Costa, á odda avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum, og hevur tí ikki tørv á øðrum flokkum fyri at varðveita valdið.

117 sessir

116 tingsessir skulu til fyri at fáa meiriluta, og almenna valúrslitið sigur, at Sosialistaflokkurin fær 117 tingsessir.

- Ein avgjørdur meiriluti er ikki tað sama sum avgjørt vald. Tað merkir ikki, at tú ræður einsamallur. Ábyrgdin verður størri, og tað merkir, at nú skal stýrast fyri og við øllum portugisarum, segði Antonio Costa í síni sigursrøðuni.

Antonio Costa hevur verið forsætisráðharri í Portugal síðani 2015.

Næststørsti flokkur er konservativi flokkurin PSD, sum fekk beint undir 30 prosent av atkvøðunum, og triðstørsti flokkurin er Chega, sum er uttast á høgraveinginum. Hann fekk stóra framgongd á valinum, og fór úr einum upp í 11 tinglimir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008