Fyrstu ukrainsku flóttafólkini eru nú komin til Danmarkar

Fyrstu ukrainsku flóttafólkini eru nú komin til Danmarkar
Danmark, eins og nógv onnur lond í Evropa, hevur boðað frá, at flóttar úr Ukraina kunnu koma til Danmarkar uttan innferðarloyvi
 
26.02.2022 - 16:46

Fyrstu ukrainsku flóttafólkini eru nú komin til Danmarkar.

Tað boðar útlendinga- og integratiónsmálaráðið frá á Twitter.

Summi av flóttafólkunum hava fingið innivist hjá familju, men ráðið veit ikki at siga í løtuni, um tey avvarðandi hava søkt um uppihaldsloyvi í Danmark.

Ráðið skrivar, at ukrainskir borgarar kunnu koma til Danmarkar uttan innferðarloyvi, og at tað ikki er krav um skráseting. Tí ber ikki til at siga, júst hvussu nógv flóttafólk talan er um, men tað verður økt um plássið, um tað verður neyðugt.

"Hurðin hjá Danmark stendur opin fyri flóttafólkum. Vit standa klár at veita hjálp. Tøkar sengur eru í friðskjólsskipanini, um tað verður neyðugt, og vit eru til reiðar at økja um plássið, um tørvur verður á tí," sigur útlendinga- og integratiónmálasráðharrin Mattias Tesfaye.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918