Russar vilja samráðast, men ukrainar vilja fyrst hava frið

Russar vilja samráðast, men ukrainar vilja fyrst hava frið
Ukrainski forsetin sigur, at Russland má gevast at bumba, áðrenn samráðingarnar verða tiknar uppaftur
Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, krevur, at Russland gevst at bumba í Ukraina, áðrenn samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.03.2022 - 11:12

Russiska samráðingarnevndin, sum hitti umboð fyri ukrainsku stjórnina mánadagin, er sinnað at fara undir aftur samráðingar í dag.

Tað sigur talsmaðurin í Kreml, Dmitry Peskov.

Hann sigur, at mótstríðandi kunning er um samráðingarnar, og hann sigur seg ikki vita, um Ukraina vil samráðast aftur.

- Vit eru til staðar og fús at samráðast, sigur Peskov við Reuters.

 

Vilja hava veruliga dagsskrá

Fyrr í dag ljóðaði, at ukrainsku myndugleikarnir umrøða støðuna, og ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Mykhailo Podolyak, sigur, at neyðugt er við eini veruligari dagsskrá fyri fundin, tí annars ber ikki til at samráðast.

Í gjár gjørdi ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, greitt, at Russland má gevast við at bumba ukrainsku býirnar, áðrenn samráðingarnar kunnu byrja av álvara, skrivar Reuters.

Verður fundast aftur í dag, so er tað aðru ferð, síðani russiska innrásin byrjaði. Lítið ella einki kom burtur úr fundinum ímillum partarnar mánadagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619