Páll Klettskarð longt sáttmálan

Páll Klettskarð longt sáttmálan
Glóðheiti framherjin hjá KÍ, Páll Klettskarð, sum er toppskjútti í Betri-deildini við níggju málum, hevur gjørt nýggjan sáttmála, galdandi til 2024
Lógvatak: Páll Klettskarð saman við Mikkjali Thomassen, venjara
Mynd: KÍ  
 
09.05.2022 - 21:37

Páll Klettskarð og KÍ hava gjørt nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 2024. 

32 ára gamli framherjin, sum hevur verið flúgvandi higartil í ár, hevur skotið níggju mál fyri oddaliðið og er toppskjútti í Betri-deildini.

Hann er júst kosin til besta spælara í bestu mansdeildini í apríl, har hann skeyt ikki færri enn seks mál. 

 - Liðið er somikið gott, at eg komi altíð í tær røttu støðurnar sum áleypari, og tá tú skorar, verður tú ofta settur í miðdepilin, segði Páll Klettskarð við 3-2 eftir sigurin á HB sunnudagin.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688