Norski útflutningurin av fiskavørum setti met í apríl

Norski útflutningurin av fiskavørum setti met í apríl
Norski útflutningurin í apríl var 11,3 milliardir kr., sum var ein triðing meir enn í apríl í fjør, skrivar NTB
Norðmenn fáa nógv fyri fiskaútflutningin í løtuni, serliga laksin
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.05.2022 - 14:19

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár, útflutti Noregfiskavørur fyri 45,4 milliardir kr., sum var ein fjórðapart meir enn í fjør.

Í apríl setti útflutningurin av fiskavørum met. Útflutt var fyri 11,3 milliardir kr., sum var ein triðing meir enn í apríl í fjør, skrivar NTB.

- Hægri prísir á mest tíðandi fiskasløgunum, laksi, sílum, toski og hýsu, var høvuðsorsøkin til økta útflutningin.

Matvøruprísir eru hækkaðir

Ein orsøk er eisini, at matvøruprísir, sum heild, hækka kring heimin í løtuni, og tað ávirkar eisini prísin á norskum fiskavørum.

Og at korona nú mestsum er av, og matstovur og gistingarhús lata upp aftur, hevur eisini týdning fyri útflutningin.

Laksur er størsta útflutningsvøran, tá talan er um fisk. Í apríl útfluttu norðmenn 82.500 tons av laksi fyri 8,1 milliardir kr.. Virðið vaks 2,4 milliardir kr., í mun til apríl í fjør, hóast nøgdin minkaði við trimum prosentum.

Pólland, Frakland og Danmark keyptu mest av laksi úr Noreg í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852