Noktar seg sekan í neyðtøkuroynd

Noktar seg sekan í neyðtøkuroynd
Hendingin fór fram í Vesturbýnum í Havn í mars mánaði
 
18.05.2022 - 17:14

Ein maður um 30 ára aldur hevur noktað seg sekan í at hava roynt at neyðtikið eina kvinnu. Men maðurin játtar seg tó sekan í at hava rænt eina tasku frá kvinnuni. Hendingin fór fram í Vesturbýnum í Havn í mars mánaði.

Rænt frá øðrum kvinnum

Í sambandi við kanningararbeiði í málinum, hevur maðurin eisini játtað seg sekan í tveimum øðrum sindur eldri málum um at hava rænt frá tveimum kvinnum.

Tað upplýsir Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

 

Skræddi tasku frá kvinnu

Onnur hendingin var í juli 2019. Ein ung kvinna var á veg heim úr býnum í Havn og setti seg at hyggja í telefonina. Tá kom 30 ára gamli maðurin til hana og skræddi taskuna frá henni. 

Løgreglan hevði longu tá illgruna til mannin, men hevði ikki nóg góð prógv fyri at handtaka hann tá.

Hin hendingin var í februar í ár, tá ein kvinna sat á trappuni uttan fyri Havnar kirkju eina náttina.

 

Tók um hálsin á kvinnu

Tá kom 30 ára gamli maðurin til hana og fór harðliga fram. Hann tók um hálsin á henni og skræddi síðani taskuna frá henni. 

Tað var myrkt, og tí kundi kvinnan ikki lýsa gerningsmannin neyvt.

Maðurin er avhoyrdur og skal nú mentalkannast fyri at fáa greiðu á, um hann er egnaður til vanliga revsing, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672